| Flytið tey heim! | |
|---|
| | Skrivað hevur: Kári á Rógvi | | | Eftirskúla í Suðuroy, føroyingar í føroysk fongsul og útbúgving í Føroyum. Heldur enn hetta óvirðiliga stríðið at nápa nøkur hissini størv frá hvør øðrum, skulu vit flyta størvini úr útlandinum og heim til Føroya.
| | |
Seinnu árini hava verið merkt av knappligum kunngerðum um, at størv og stovnar flyta úr eini oyggj í aðra. Landsstýrisfólk flyta stovnar – og av berari tilvild enda teir har, sum tey sjálvi ætla sær atkvøður.
Seinast var eitt starv niðurlagt í Havn og trý størv stovnað í Suðri – samlaða umsitingin veksur, tí samraksturin verður burtur.
Tann frálíki arbeiðsmarknaðardepilin, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum vildu víðka út frá góðu royndunum við ALS, ja hann minkar í staðin; synergi og samstarv mugu víkja, tí onkur kemur í tankar um at hava gloymt sína føðioyggj.
Eftirskúli í Suðuroy Framburðssinnaði politikkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevði ført heilt annan politikk við sær. Suðuroyggin hevði fingið nógv fleiri og betri størv. Sjálvstýrisflokkurin hevur gingið á odda at skipa eftirskúla í Suðri. Føroyingar fylla í løtuni fleiri skúlar í Danmark. Við næmingunum fara bæði skúlagjøld, lummapengar – og fleiri góð størv.
Føroyingar í føroysk fongsul Vit hava eisini víst á, at tað er mannminkandi at føroyskir fangar sita í fongsli í Danmark. Bæði fyri virðiligu viðferðina av teimum og teirra avvarðandi – og eisini fyri størvini – eiga vit at skipa fongsul í Føroyum. Tíðin, tá ið fangar vóru sendir um hav, er endað alla aðrastaðni enn her hjá okkum.
Fleiri útbúgvingar í Føroyum Einamest vilja vit tó hava útbúgvingarnar heim. Bjóða vit allar vanligar útbúgvingar og eftirútbúgvingar út í Føroyum, fáa vit fleiri útbúgvin fólk, men vit fáa eisini betur útbúgvin fólk eftir føroyskum fortreytum. Vit varðveita størri part av teimum útbúnu, vit fáa fleiri kundar og fleiri starvsfólk í tænastuvinnum, vit fáa fleiri starvsfólk í útbúgvingarvinnu og avleiddum vinnum.
Flytið størv heim! Vit eru sannførd um, at liberalur framburðspolitikkur er betri: at flyta størvini úr útlandinum og heim til Føroya, heldur enn hetta óvirðiliga stríðið at nápa nøkur hissini størv frá hvør øðrum.
Heðin D. Poulsen, Karl A. Olsen, Kristina Toftegaard Larsen og Kári á Rógvi, valevni Sjálvstýrisfloksins
|
|